Faroe Express Stafettin verður leygardagin 24. august (FM1)

(FM1) Hoyr Ann Thomsen frá Bragdinum og Palmu Petersen frá Faroe Express greiða frá Faroe Express Stafettini.

Palma Petersen frá Faroe Express og Ann Thomsen frá Bragdinum greiddu frá Faroe Express Stafettini í SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Palma Petersen frá Faroe Express og Ann Thomsen frá Bragdinum greiddu frá Faroe Express Stafettini í SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag (Mynd: Óli G. Samuelsen)

##med2##

Í samstarvi við Faroe Express skipar Bragdið fyri stafett tann 24.august. Arbeiðspláss manna lið og á hvørjum liðið eru trý fólk. Tað ber til at renna ella ganga. Á gonguliðnum fara øll avstað í senn og ganga 3 km tilsamans og á renniliðnum rennur hvør 3 km aftaná hvønn annan. Hetta er ein heldur øðrvísi rennikapping, sum er fyri øll, bæði tey kappingarsinnaðu og tey, sum ikki tíma at kappast.

Seinnapartin vitjaðu Ann Thomsen frá Bragdinum og Palma Petersen frá Faroe Express "SportBoxina" á FM1 fyri at greiða frá.

Klokkan 15 í dag høvdu 80 lið meldað til, men enn er góð tíð at melda til. Liðini sum vilja hava T-skjúrtur mugu tó melda til í seinasta lagi týsdagin 20. august. 

Ann og Palma vóna og vænta at síggja fleiri lið melda seg til, og høvið er eisini hjá politisku flokkunum at melda til kappingina.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Ann Thomsen og Palmu Petersen greiða frá Faroe Express Stafettini. 

Palma Petersen frá Faroe Express og Ann Thomsen frá Bragdinum greiddu frá Faroe Express Stafettini í SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag (Mynd: Óli G. Samuelsen)

(Palma Petersen og Ann Thomsen greiða frá Faroe Express Stafettini)