Favorittar dystast í dag

Seks hondbóltsdystir verða leiktir í dag. Á Skála, í Vági, í Havn og í Hoyvík eru áhugaverdir dystir

H71 og Peter Krogh taka ímóti Jóhan í Garðastovu og VÍF í dag.

H71 og Peter Krogh taka ímóti Jóhan í Garðastovu og VÍF í dag.

Fult hondbóltsumfar er í landskappingunum báðum í dag. Skráin er soleiðis:

SMS kvinnur:

14.00: Kyndil - Neistin, Høllin á Hálsi

14.00: H71 - VÍF, Hoyvíkshøllin

15.00: VB - Stjørnan, Høllin í Vági

Burn menn:

16.00: Kyndil - Neistin, Høllin á Hálsi

16.00: H71 - VÍF, Hoyvíkshøllin

16.00: StÍF - Team Klaksvík, Høllin á Skála

(Sí stigatalvur niðast)

Hjá kvinnum hittast tey fýra fremstu frá seinastu tveimum kappingarárinum, og tey hava eisini lagt seg ovarliga aftur í ár. Kyndil og Neistin hava vunnið trivaligar sigrar fyrstu umførini, og dysturin í dag er høvi at senda boð um sína styrki mótvegis hinum í oddastríðnum.

Tað høvið er eisini Í Hoyvík. Har hittast steypafinalistarnir frá í vár, H71 og VÍF. H71 hevur fult stigatal eftir tveir stórsigrar, meðan VÍF var fyri avsmurningi ímóti Kyndli fyri tíggju døgum síðani.

Í Vági leita VB og Stjørnan eftir fyrstu stigunum. Bæði liðini hava tapt stórt fyrstu dystirnar, og hjá Stjørnuni mundi serliga tapið ímóti StÍF í vikuni svíða.

Hjá monnum er Neistin favorittur ímóti Kyndli. Neistin hevur, hóast frágongd av lyklaleikarum, víst ávísa styrki og hevur fult stigatal. Fyrst við teprum sigri á KÍF og síðani við stórsigri á StÍF. Kyndil byrjaði árið við sigri á Team Klaksvík, men síðani gjørdist tað til tvey greið tap ímóti VÍF og KÍF.

Í Hoyvík tekur H71 ímóti VÍF, og eftir stórsteypadystinum fyri trimum vikum síðani at døma, verður talan um tættan dyst. Tá eydnaðist tað H71 at vinna 24-23.
VÍF hevur vunnið báðar sínar dystir higartil. Fyrst ein tepur sigur á StÍF og síðani stórsigur á Kyndli.

H71 hevur bara spælt ein dyst enn. Tað gjørdist til knúsandi stórsigur á StÍF fyri ellivu døgum síðani. Okkurt bendir á, at VÍF verður sterkari mótstøða í dag. Undir øllum umstøðum vera onkrir spurningar svaraðir um favorittleiklutarnir hjá hesum báðum liðum.

StÍF, sum enn ikki hevur fingið stig, tekur ímóti Team Klaksvík. Tað var nær við í Vestmanna í fyrsta dystinum, men síðani rann StÍF seg í tveir avsmurningar ímóti H71 og Neistanum.

Team Klaksvík hevur hinvegin longu vunnið sær tvey stig við sigri á KÍF. Tað eru tvey fleiri enn kappingarárið í fjør. Harafturat mundu klaksvíkingar kenna seg óhepnar at ikki fáa í minsta lagið eitt stig ímóti Kyndli.

Nú kunnu klaksvíkingar leggja afturat ímóti StÍF, sum kortini mann síggja møguleikan fyri at lyfta seg úr botninum í dag.

Stigatalvur (hsf.fo)

SMS kvinnur:

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil38654326
2H7126648184
3Neistin25639174
4VÍF24754-72
5StÍF4113122-92
6VB23553-180
7Stjørnan36295-330

Burn menn:

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin26553124
2VÍF25644124
3H7113417172
4Team Klaksvík2454142
5KÍF3706912
6Kyndil36278-162
7StÍF36999-300

in.fo/itrottur/hondboltur

H71 og Peter Krogh taka ímóti Jóhan í Garðastovu og VÍF í dag.