Favorittarnir halda fram at vinna

Premier League: Harry Kane traðkaði til, tá Tottenham hevði mest brúk fyri tí

Mynd: (Scanpix) Harry Kane skoraði tvær ferðir í dag

Mynd: (Scanpix) Harry Kane skoraði tvær ferðir í dag

Trý av fýra teimum fremstu frá farna kappingarári hava vunnið í fyrsta umfari av Premier League. í gjár vann Liverpool 4-1 á Norwich, fyrr í dag vann Manchester City 5-0 á West Ham og í kvøld vann Tottenham 3-1 á Aston Villa.

Tað vóru annars gestirnir úr Birmingham, sum komu á odda við máli, sum John McGinn skoraði longu aftaná níggju minuttir. Síðani stóðu uppflytarnir úr Aston Villa ímóti, tá Tottenham leitaði eftir málinum. 

Trýstið hjá Tottenham bleiv størri og størri sum tíðin gekk. Eitt stórt korter fyri tíð bragdaði, tá Tanguy Ndombele smekkaði bóltin í málið við skoti uttanfyri brotsteigin. Hetta í sínum fyrsta dysti fyri Tottenham.

Aston Villa royndi at standa ímóti seinastu minuttirnar, men so traðkaði Harry Kane til. Eitt sindur tilvildarligt endaði bólturin hjá honum, og áleyparin var eirindaleysur og revsaði mistakið. Í yvirtíðini økti sami Harry Kane til 3-1.

Premier League 1. umfar:

Liverpool 4-1 Norwich

West Ham 0-5 Manchester City

Crystal Palace 0-0 Everton

Burnley 3-0 Southampton

Bournemouth 1-1 Sheffield Utd

Watford 0-3 Brighton

Tottenham 0-1 Aston Villa

Í morgin:

Newcastle – Arsenal (13.00)

Leicester – Wolves (13.00)

Manchester United – Chelsea (15.30)

Mynd: (Scanpix) Harry Kane skoraði tvær ferðir í dag