Faxe Kondi-kappingin tjóvstartar á Skála í kvøld

StÍF og Team Klaksvík bresta saman á Skála í ársins fyrsta steypadysti í kvøld

Kaito Nakahodo og Team Klaksvík hava enn ikki fingið stig í landskappingini. Steypakappingin kann gerast ein nýggj byrjan.

Kaito Nakahodo og Team Klaksvík hava enn ikki fingið stig í landskappingini. Steypakappingin kann gerast ein nýggj byrjan.

Faxe Kondi-kappingin (menn):

Klokkan 18:00: StÍF - Team Klaksvík, Ítrottarhøllin á Skála.

Hóast landskappingarnar bert vanta nakrar fáar og avgerandi dystir, skulu hondbóltsfeløgini í Føroyum nú seta sjóneykuna á steypakappingina næsta mánaðin.

Hetta vikuskiftið verður ársins Faxe Kondi-kapping skotin í gongd, og frumframførslan verður á Skála í kvøld klokkan 18.00.

StÍF-leikarar hava upp í saman nevnt ynski um at spæla steypafinalu 15. februar, tá ið teir hava prátað við FM1, Sosialin ella in.fo hetta kappingarárið. Klaksvíkingar munnu hinvegin síggja hetta sum ein nýggjan møguleika at gera seg galdandi í manshondbólti í ár.

StÍF og Team Klaksvík eru í bólki 2 við Kyndli og Neistanum. Grannarnir báðir bresta saman í Havn í morgin, tá ið eisini kvinnurnar fara undir sína Faxe Kondi-kapping.

Bólkarnir í Faxe Kondi-kappingini eru soleiðis skipaðir (Tvey tey fremstu fara í hálvfinalurnar):

Menn:

Bólkur 1

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7100000
2VÍF00000
3KÍF00000
4H71 200000

Bólkur 2

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin00000
2StÍF00000
3Kyndil00000
4Team Klaksvík00000

Í morgin, sunnudagin, eru hesir steypadystir hjá monnum:

VÍF-KÍF, H71 - H71 2, Neistin - Kyndil. Allir dystir byrja klokkan 16.00

Kvinnur:

Bólkur 1

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil00000
2Neistin00000
3Stjørnan00000

Bólkur 2

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF00000
2H7100000
3StÍF00000
4VB00000

Í morgin, sunnudagin, eru hesir steypadystir hjá kvinnum:

Neistin - Stjørnan, H71 - VB, VÍF - StÍF. Allir dystir byrja klokkan 14.00

 

 

Kaito Nakahodo og Team Klaksvík hava enn ikki fingið stig í landskappingini. Steypakappingin kann gerast ein nýggj byrjan.