FC Barcelona tók av – í evstu løtu

La Liga: Tað stóð nógv á Lionel Messi og FC Barcelona, sum skuldi vinna í kvøld

Mynd: (Scanpix) Ousmane Dembélé skoraði avgerandi málið

Mynd: (Scanpix) Ousmane Dembélé skoraði avgerandi málið

Ein dysturin hevur verið í kvøld í sponsku landskappingini. FC Barcelona vann í evstu løtu 1-0 á Real Valladolid við máli frá Ousmane Dembélé. Nú er eitt stig upp til oddaliðið Atletico Madrid, sum tapti í gjár.

Tað er nýtt lív í sponsku landskappingini, eftir at Atletico Madrid hevur sett fleiri stig til í seinastuni, meðan FC Barcelona og Real Madrid eru í stórformi. Í gjár tapti Ateltico Madrid móti Sevilla, meðan Real Madrid vann 2-0 á Eibar.

Í kvøld tók FC Barcelona so ímóti Real Valladolid. Tað skuldi verið líka til, men tað bleiv ein strævin dystur fyri Lionel Messi og hansara liðfelagaðir. Heimaliðið hevði bóltin væl meir, men tað var soltið við málmøguleikum.

Tíggju minuttir fyri tíð fekl Real Valladolid eitt reytt kort, sum hevur fest eld í sosialu miðlarnar í Spania í kvøld. Talan var um eitt klokkureint fríspark, tá Ousmane Dembélé var á veg í álop við fullari ferð, men tað var óvæntað at dómarin fór eftir ostaskorpuni heldur enn ostaflísuni.

Sami Ousmane Dembélé stóð á júst rætta stað, tá eitt innlegg endaði við at blíva stútað víðari til franska heimsmeistaran. Hann meddaði til og FC Barcelona er nú bara eitt stig aftanfyri oddaliðið. Komandi vikuskiftið verður El Clasico, sum er millum Real Madrid og FC Barcelona.

1Atlético Madrid29206351:1966
2FC Barcelona29205468:2465
3Real Madrid29196451:2363
4Sevilla29184740:2158
5Villarreal291113542:3146
6Real Betis291441139:4246
7Real Sociedad28129744:2845
8Celta Vigo299101038:4437
9Granada291061334:4936
10Athletic Bilbao28981138:3235
11Levante298111036:3935
12Valencia29891235:4033
13Cadiz29881326:4532
14Osasuna297101223:3531
15Getafe29791322:3330
16Real Valladolid295121226:3927
17Elche295111326:4326
18Huesca294121328:4424
19Eibar294111422:3523
20Alavés29581624:4723

Mynd: (Scanpix) Ousmane Dembélé skoraði avgerandi málið