Federer og Djokovic víðari til áttandapartsfinalurnar

Marton Fucsovics tapti í fýra settum móti Federer í nátt

Marton Fucsovics tapti í fýra settum móti Federer í nátt

Roger Federer spældi seg í nátt víðari til áttandapartsfinalurnar í Australian Open, eftir at hann í fýra settum sigraði á ungarska Marton Fucsovics.

Fucsovics kom best frá byrjan og vann fyrsta settið við seks partíum móti fýra. Tað sást, at Federer var moyrur eftir fýra tíma langa dystin móti John Millman fyrradagin. Og hóast Federer hevði eina óstøguða byrjan upp á dystin móti Fucsovics, so kom spælið skjótt í rætt lag eftir fyrsta sett, og Federer vann lættliga næstu trý settini við úrslitunum 6-1, 6-2 og 6-2.

Um somu tíð vann Novak Djokovic á Diego Schwartzman í trimum settum.

Federer skal sostatt møta Tennys Sandgren í áttapartsfinaluni. Sandgren hevur spælt væl í Australian Open í ár, og hevur hann sent Matteo Berrettini, Sam Querrey og Fabio Fognini heim fyri at koma í áttandapartsfinaluna.

Djokovic skal møta Milos Raonic í áttandapartsfinaluni.

Seinastu dystirnir í fjórða umfari verða spældir í nátt og eru sum fylgjandi:

Gael Monfils - Dominic Thiem

Daniil Medvedev - Stan Wawrinka

Andrey Rublev - Alexander Zverev

Rafael Nadal - Nick Kyrgios

Marton Fucsovics tapti í fýra settum móti Federer í nátt