##med2##
Jákup Petur Eliasen hevur í dag fullført sítt fyrsta triathlon. Jákup Petur gjørdist nummar 38 í triathlon kappingini við tíðini 2:32:34.
Jákup Petur Eliasen skal longu í eldin aftur í kvøld klokkan 18 tá hann saman við so sterkum súkklarum sum Dávur Magnussen og Torkil Veyhe skal royna at fáa heiðursmerki til høldar.
Fyri Jákup Petur var tað stórt at kunna fullføra sítt fyrsta triathlon á oyggjaleikum. Jákup Petur viðgongur, at tá renningin skuldi avgreiðast var hann heldur mørur, men hann er glaður fyri, at hann yvirvann pínuna, og vann á mál.
Omanfyri ber til at hoyra eina ljóðsamrøðu við Jákup Petur Eliasen.
##med3##