Fegnar og søguligar hoyvíkskvinnur (FM1)

(FM1) Hoyr Duritu Toftum Joensen, Maritu Mortensen og Anniku Fríðheim Petersen seta orð á søguliga dagin hjá kvinnuliðnum hjá H71

Marita Mortensen og liðfelagarnir í H71 eru søguligar nú tær hava vunnið seg í fyrstu steypafinaluna nakrantíð

Marita Mortensen og liðfelagarnir í H71 eru søguligar nú tær hava vunnið seg í fyrstu steypafinaluna nakrantíð

##med2##

Ovurfegnar H71-kvinnur hava skrivað søgu. Tær løgdu fundamentið farna mikukvøld við at vinna 24-19 á Neistanum í Hoyvíkshøllini. Í kvøld fullførdu tær setningin við at vinna seinnu hálvfinaluna 22-19 á Neistanum í høllini á Hálsi í Havn, og harvið 46-38 samanlagt í Faxe Kondi hálvfinaluni. Í steðginum var var H71 á odda 9-8. Neistin var á odda 8-6, men aftaná H71 var komið á odda 9-8 sleptu hoyvíkskvinnur aldrin leiðsluni aftur.

Marjun F. Danberg var toppskjútti hjá Neistanum við fýra málum. Fríða á Dunga og Stina Madsen skutu trý mál hvør fyri Neistan. 

Toppskjútti hjá H71 var Maria H. Weyhe við seks málum. Marita Mortensen skoraði fimm mál fyri H71. 

Mótstøðuliðið í steypafinaluni verður VÍF, ið vann samanlagt 53-46 á Kyndli.

Á ljóðfíluni ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við fegnar og søguligar H71-leikarar aftaná dystin. Samrøðurnar eru:

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal taka stutt samanum søguligu løtuna við dystarlok.

2) Samrøða: Durita Toftum Joensen.

3) Samrøða: Marita Mortensen.

4) Samrøða: Annika Fríðheim Petersen. 

Durita, Marita og Annika eru ovurfegnar um at hava skriva søgu, og nú er næsta avgjørda málið at vinna steypafinaluna. 

Marita Mortensen og liðfelagarnir í H71 eru søguligar nú tær hava vunnið seg í fyrstu steypafinaluna nakrantíð

(Samrøður: Durita Toftum Joensen, Marita Mortensen og Annika Fríðheim Petersen)