Fekk selfie saman við Sergio Ramos

Her er myndin: Real Madrid-stjørnan gav sær stundir saman við føroyskum fjepparum.

Sergio Ramos tók selfie saman við føroyskum fjepparum.

Sergio Ramos tók selfie saman við føroyskum fjepparum.

Stjørnan í miðverjuni hjá Real Madrid og spanska landsliðnum, Sergio Ramos, gav sær góðar stundir at taka myndir saman við føroyskum fjepparum á veg til venjing á Tórsvølli í gjár.

Ein av teimum hepnu, sum fekk mynd saman við 33 ára gamla verjurisanum, var 13 ára gamli Mattias Hellisdal úr Havn. Hann er íðin Real Madrid-fjeppari og var tískil ovurfegin.

Les eisini: Liðið er sett - Teitur, Árni og Klæmint Byrja

Sergio Ramos var ikki tann einasti, ið gav sær stundir til sokallaðar selfies við føroyska ungdóminum, tí Mattias Hellisdal fekk eisini myndir saman við David de Gea og Dani Carvajal.

Les eisini: 22 ár síðani málveitsluna móti Spania

Landsdysturin ímillum Føroyar og Spania verður á Tórsvølli í kvøld kl.19.45. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, og eisini verður beinleiðis tekstafrásøgn at lesa her á in.fo.

Sergio Ramos tók selfie saman við føroyskum fjepparum.