Ferðaliga keðiligt men ítróttarliga liviligt lutakast (FM1)

(FM1) Kekkia, Russland og Ukraina er ikki eitt dreymalutakast viðvíkjandi ferðing, men talan er tó ikki um tey mest ræðandi mótstøðuliðini

Tað vera tvær langar ferðir hjá Helga H. Hoydal og hinum landsliðsspælarunum til útidystir í Ukraina og í Russlandi (Savnsmynd)

Tað vera tvær langar ferðir hjá Helga H. Hoydal og hinum landsliðsspælarunum til útidystir í Ukraina og í Russlandi (Savnsmynd)

##med2##

Í dag var trekt lut til undankappingina til EM í 2022, og Føroyar endaðu í bólki 3, har manslandsliðið skal royna seg ímóti Russlandi, Ukraina og Kekkia.

Liðini spæla tveir dystir ímóti hvørjum øðrum, og tvey tey fremstu spæla seg í endaspælið.

Triðfremsta liðið spælir seg í endaspælið, um úrtøkan er millum tær fýra bestu av teimum átta bólkunum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Helgi H. Hoydal, landsliðsspælari, Mark Marcher, U18 manslandsliðsvenjari og Sonni Larsen, landsliðsvenjari høvdu at siga um lutakastið í samrøðu við Sjúrð H. Hoydal á FM1. 

Ferðaliga er ikki talan um eitt so hugaligt lutakast við longum ferðum til Ukraina og Russlands, staðfesta menn.

Hinvegin halda menn, at ítróttarliga er ikki talan um tey mest torføru mótstøðulini frá teimum trimum ovaru styrkisbólkunum. 

Tað sum nívir menn mest er, at tað sær svart út við at fáa leikt heimadystirnar heima í Føroyum. Tað verður ein torfør, men ikki ógjørlig uppgáva at fáa eina endastøðu, ið gevur luttøku í EM-enaspælinum í januar í 2022.

Her sæst alt EM-undankappingarlutakasti. Dystirnir vera spældir millum november 2020 og mai 2021:

Bólkur 1

Frakland

Belgia

Serbia

Grikkaland

Bólkur 2

Týskland

Bosnia

Eysturríki

Estland

Bólkur 3

Kekkia

Russland

Ukraina

Føroyar

Bólkur 4

Ísland

Portugal

Litava

Ísrael

Bólkur 5

Slovenia

Niðurlond

Pólland

Turkaland

Bólkur 6

Norra

Lettland

Hvítarussland

Italia

Bólkur 7

Danmark

Norðurmakedonia

Sveis

Finnland

Bólkur 8

Svøríki

Montenegro

Rumenia

Kosovo

 

 

Tað vera tvær langar ferðir hjá Helga H. Hoydal og hinum landsliðsspælarunum til útidystir í Ukraina og í Russlandi (Savnsmynd)

(Samrøður: Helgi H. Hoydal, Mark Marcher og Sonni Larsen um EM-lutakastið hjá manslandsliðnum í hondbólti)