Fernandes valdur til besta spælara í Premier League í februar

Hepna keypið hjá Ole Gunnar Solskjær hevur longu fingið eina stóra viðurkenning

Bruno Fernandes, miðvallari hjá Manchester United er valdur til besta spælaran í Premier League í februar

Bruno Fernandes, miðvallari hjá Manchester United er valdur til besta spælaran í Premier League í februar

Miðvallarin hjá Manchester United, Bruno Fernandes sum høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Ole Gunnar Solskjær keypti inn síðst í januar hevur verið sera týdningarmikil fyri United, og hann hevur átt sín stóra lut í, at United eru ósigraðir í 11 dystum.

Premier League kunngjørdi í dag, at Bruno Fernanders er valdur til besta spælaran í Premier League í februar fyri sítt góða spæl fyri Manchester United, longu frá sínum fyrsta dysti fyri felagið.

Bruno Fernandes var keyptur frá Sporting Lissabon stutt undan, at flytingarvindeygað stongdi seint í januar. 

- Tað er ikki bara tað tú sært frá honum á vøllinum. Vit kunnu hyggja eftir rørslununum hjá honum, sendingunum og váðan hann tekur, skotini og tað, at hann skorar mál. Hann er ein spælari sum vil hava bóltin alla tíðina, hann er ein sum ikki er bangin fyri at gera mistøk. Hann var í ógvuligari góðari venjing tá hann kom til okkum. Hann er ein týðandi partur av tí, ið vit royna at byggja upp, sigur Ole Gunnar Solskjær við norska TV2.

Februar var tann fyrsti heili mánaðin Bruno Fernandes spældi fyri United, so sigast má, at hann hevur fingið eina ótrúliga góða byrjan í enskum fótbólti. 

 

 

 

 

Bruno Fernandes, miðvallari hjá Manchester United er valdur til besta spælaran í Premier League í februar