FH gloppar dyrnar fyri Gunnari

Føroyski landsliðsmálverjin heldur møguliga fram í FH hóast alt.

Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, er í løtuni uttan nakran sáttmála eftir at sáttmáli hansara við íslendska FH gekk út eftir kappingarlok í íslendskum fótbólti herfyri.

33 ára gamli Gunnar Nielsen megnaði eftir ein skaða ikki at vinna plássið ímillum FH-stengurnar aftur, har tann ungi Daði Freyr Arnarsson ístaðin fekk møguleikan og spældi væl.

Sjálvur hevur Gunnar sagt, at hann og familjan trívast væl í Íslandi, og at hann tískil væl kundi hugsað sær at hildið fram í íslendskum fótbólti.

Nógv bendi á, at Gunnar var á veg í annað felag, men nú gloppar FH tó dyrnar fyri at Gunnar Nielsen møguliga heldur fram í felagnum hóast alt.

- Vit tosa við Gunnar um hvørt hann ynskir at halda fram ella ikki, og hvørt hann ætlar at taka kappingina upp við Daða, sigur Ólafur Kristjánsson, FH-venjari, við fotbolti.net.

FH hevur eisini verið sett í samband við 30 ára gamla fyrrverandi íslendska landsliðsmálverjan, Ingvar Jónsson, hvørs sáttmáli við danska Viborg gongur út eftir nýggjár.

Gunnar Nielsen kom til FH í 2016 og hevur síðani tá spælt 99 dystir fyri felagið.