Filip er á beinkinum

Talan verður um elddóp hjá nýggja venjaranum hjá Víkingi

Nú klokkan 15 verður fyrsta bríksl við Stórá í Trongisvági, har TB hevur vitjan av Víkingi.

29. august vóru Eyðun Klakstein og Víkingur í Trongisvági. Teir vunnu 2-1, og tað var eftir tann dystin, sum var triði sigurin á rað, at Víkingur skifti venjara. Síðani hevur Jóhan Petur Poulsen havt ábyrgdina, og tað hevur gingið væl, tí Víkingur hevur vunnið 3-2 ímóti EB/Streymi á útivølli og 2-1 á heimavølli ímóti Skála.

Liðið hjá Víkingi er soleiðis mannað ídag:

Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Andreass Lava Olsen (Elias Lervig, 77.), Arnbjørn Svensson, Bogi Reinert Petersen, Jákup Johansen (Olaf Bárðarson, 80.) – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen.

TB tapti mikudagin 3-0 á heimavølli ímóti NSÍ. Næstsíðsta leygardag endaði tað málleyst, tá ið KÍ var í Trongisvági og fyri tveimum vikum síðani vann TB 3-0 á Argjum. TB hevur ikki vunnið á heimavølli síðani 23. august, tá ið skálamenn fóru norður við 1-0 tapi.

Hjá TB er Filip Obadovic á beinkinum ídag. Hann hevur skorað trý mál, síðani hann í summar kom til TB. Ímóti mikudagin ímóti NSÍ noyddist hann at fara av vøllinum, tá ið ein tími var farin.

TB liðið ídag

Mads Altschuler – Jens Erik Bruhn, Poul Ingason,  Ndende Adama Guéye, Rasmus Møller– Dánjal Godtfred, Sebastian Kroner, Samudeen Musah – Nikolei Johannesen (Rógvi Joensen, 61.), Mark Kongstedt, Einar Thorsteinsson - Mark Kongstedt