Filip er úttikin til landsliðsvenjing

Komandi vika er landsliðsvika hjá monnum, og føroyska landsliðið venur. 20 leikarar eru úttiknir - sí hópin her

Filip Jojic venur við føroyska A-landsliðnum í komandi viku

Filip Jojic venur við føroyska A-landsliðnum í komandi viku

Komandi vika er altjóða landsliðsvika hjá monnum í hondbólti. Føroyar spæla ikki dyst, tí at allir dystirnir í undankappingini verða avgreiddir í januar í Luksemburg.

Henda vikan verður tí nýtt til venjing í Føroyum, tó at landsliðið eisini fer at spæla tveir venjingardystir. Mótstøðuliðini verða eitt all-star lið úr føroysku kappingini og U20-landsliðið.

Sonni Larsen, landsliðsvenjari hevur úttikið 20 leikarar til hópin. Hópurin broyttist nakað eftir at Hans Eli Sigurbjørnsson og Niklas Simonsen góvu avboð. Í teirra stað eru Filip Jojic og Tóraldur Kollsker kallaðir inn.

18 ára gamli Tróndur Mikkelsen er eisini í hópinum fyri fyrstu ferð

Hópurin sær soleiðis út:

Nicholas Satchwel - Neistin

Tóraldur Kollsker - FIF (DK)

Tórður Guttesen - Kyndil

Rói Berg Hansen - FIF (DK)

Leivur Mortensen - H71

Rúni Joensen - KÍF

Filip Jojic - VÍF

Tróndur Mikkelsen - Neistin

Brandur Halgirsson - AJAX København (DK)

Jónas Gunnarsson Djurhuus - FIF (DK)

Áki Egilsnes - KA Akureyri (ÍS)

Kjartan Johansen - Viking Stavanger (NO)

Peter Krogh - H71

Vilhelm Poulsen - H71

Allan Norðberg - KA Akureyri (ÍS)

Nicklas Selvig - KÍF

Helgi Hildarson Hoydal - Viking Stavanger (NO)

Rókur Akralíð - HEI (DK)

Rógvi Dal Cristiansen - Kyndil

Pætur Mikkjalsson - H71

Filip Jojic venur við føroyska A-landsliðnum í komandi viku

Tróndur Mikkelsen er yngsti maður í hópinum