Filip og Hjalti frískir: Toppskjúttarnir eru við aftur

Bæði Kyndil og VÍF eru fullmannað til hálvfinaluna í kvøld

Filip Jojic er til reiðar at skjóta mál ímóti Kyndli í Vestmanna í kvøld. Hann hevur skotið 11 og 14 mál í teimum báðum dystunum ímillum liðini í hetta kappingarárið

Filip Jojic er til reiðar at skjóta mál ímóti Kyndli í Vestmanna í kvøld. Hann hevur skotið 11 og 14 mál í teimum báðum dystunum ímillum liðini í hetta kappingarárið

Faxe Kondi-kappingin, MENN

Fyrra hálvfinala

Klokkan 20.00 VÍF – Kyndil (Beinleiðis á FM1)

Klokkan 20.00 Neistin – H71 (Beinleiðis á FM1)

Skaðar hava gjørt um seg í øllum fýra hálvfinaluhópunum, sum spæla fyrru hálvfinaluna í Faxe Kondi-kappingini í kvøld.

VÍF og Kyndil spæla á øðrum sinni ímóti hvørjum øðrum hetta kappingarárið. Í báðum førum hevur úrslitið verður greiður VÍF sigur (sí úrslit og málskjúttar niðast á síðuni).

Felags fyri liðini bæði er, at í seinasta dystinum í bólkaspælinum vóru toppskjúttarnir ikki við.

Talan er um Filip Jojic hjá VÍF, ídnasta málskjúttan í Føroyum aftur í ár. Hann hevur skotið 130 mál í Okkaradeildini og 12 í Faxe Kondi Kappingini.

Hjá Kyndli er Hjalti Mohr Jacobsen greiður toppskjútti við 76 málum í landskappingini og so bert tveimum í steypakappingini. Men hevur eisini fingið ein avloysara, sum VÍF-venjarin kennir væl.

Hjalti er við aftur – og Bartal er heima

Kyndil hevur eisini havt eitt vána kappingarár í landskappingini, men í steypakappingini hava steypavinnararnir frá 2018 og finalistarnir frá 2019 funnið spæligleðina fram aftur.

Lykilin til hetta liggur millum annað í Bartali Klein Olsen, sum kemur heim úr Danmark at spæla steypakappingina, eftir at hava hildið spælið við líka í ÍF Føroyum hetta kappingarárið.

Í dag skal Bartal fyri fyrstu ferð í ár spæla ímóti VÍF-liðnum, har pápin, Hjalmar, er venjari.

Serliga í verjustøðu hevur Kyndil funnið aftur á slóðirnar frá seinastu árunum, og tað gongur ofta long tíð ímillum, at Tórður Guttesen skal taka bóltin burtur úr kyndilsmálinum.

Nógv ídnasti málskjúttin í ár, Hjalti Mohr Jacobsen, kundi eisini takka Bartali Klein Olsen fyri at avloysa seg á miðjuni, tá ið toppskjúttin ikki var førur at spæla seinasta vikuskiftið í avgerandi dystinum á Skála – sum Kyndil vann trygt.

Á høgra bakki hevur Anders Risdal stríðst við skaðar meginpartin av kappingarárinum, men endurreista Kyndilsliðið er fullmannað í dag, og allir hava meldað seg klárar, sigur Høgni Klein, Kyndilsvenjari, við in.fo

Filip og Andrias eru til reiðar aftur

Allir VÍF-leikarar hava eisini meldað seg klárar, og tað eru kærkomin tíðindi fyri vestmenningar, sum ynskja eina endurtøku av sigrinum á Kyndli, sum kvinnurnar stóðu fyri í gjár.

Hópurin í seinasta dystinum í bólkaspælinum ímóti H71, mundi geva onkran fjáltur á vestmenningar, tí Filip Jojic spældi ikki, vegna ein snudd hann hevði fingið ímóti eykaliðnum hjá H71. Og tá ið so Andrias Eriksen mátti gevast í dystinum orsakað av skaða, tóktist VÍF-liðið brádliga í so tunt.

Men kærkomið var tað hjá VÍF, at Magnus Müller tók yvir á vinstra bakki hjá Filipi Jojic, og setti níggju frálík mál inn. Bert eitt færri enn tey tíggju, sum Filip Jojic skorar í miðal í ár.

Hóast Filip, Andrias og allur hópurin hevur meldað seg kláran er Hjalmar Klein Olsen, VÍF-venjari, eitt sindur varin áðrenn hálvfinaluna ímóti Bartali Klein Olsen og Kyndli.

- Vit hava havt nakrar smærri skaðar í hópinum seinastu tíðina so fyrireikingarnar til hesar dystirnar kundu verið betri, staðfestir venjarin.

VÍF og Kyndil spæla fyrru hálvfinaluna í Høllini í Vestamanna í kvøld klokkan 20.00

Innanhýsis dystir:

VÍF – Kyndil 29-23
Okkaradeildin: 20/10/2019
Málskjúttar VÍFs
Filip Jojic11
Sjúrður Olsen6
Andrias Eriksen5
Jóhann í Garðastovu4
Jákup Andreas Joensen2
Hallur Arason1
Málskjúttar Kyndils
Anders Risdal7
Hjalti Mohr Jacobsen7
Jóni G. Viderø2
Rógvi Dal Christiansen2
Kristoffur Bjørgvin2
Tróndur Wardum1
Tummas Pauli Hanusarson1
Ovi Lützen1
Kyndil – VÍF 23 – 28
Okkaradeildin: 15/12/2019
Málskjúttar Kyndils
Tummas Pauli Hanusarson5
Hjalti Mohr Jacobsen5
Rógvi Dal Christiansen4
Tróndur Wardum3
Anders Risdal3
Tórður Guttesen1
Ovi Lützen1
Kristoffur Bjørgvin1
Málskjúttar VÍFs
Filip Jojic14
Magnus Müller4
Andrias Eriksen4
Sjúrður Olsen3
Hallur Arason1
Jóhann í Garðastovu1
Teitur Nilssen1

Filip Jojic er til reiðar at skjóta mál ímóti Kyndli í Vestmanna í kvøld. Hann hevur skotið 11 og 14 mál í teimum báðum dystunum ímillum liðini í hetta kappingarárið