Filip rennur aftur undan

Toppskjúttar: Filip Jojic hevur skotið beint omanfyri tíggju mál í miðal - Sí topp-5 her

Filip Jojic hevur hátíðarhildið 72 mál higartil hetta kappingarárið

Filip Jojic hevur hátíðarhildið 72 mál higartil hetta kappingarárið

Flestu liðini í Okkaradeildini hava nú leikt sjey av teimum 18 dystunum í grundspælinum, og hagtølini eru farin at geva ábendingar.

Eins og hann hevur gjørt seinastu átta árini, liggur Filip Jojic úr VÍF á odda á toppskjúttalistanum. Hann hevur skotið 18 mál fleiri enn Nicklas Selvig.

Málslúkurin úr Vestmanna er eisini leikarin, ið hevur skotið flest mál í einum dysti í ár. Hann skoraði 17 ferðir ímóti StÍF 3. oktober.

Les eisini: Filip vónar at spæla fyri Føroyar skjótt

Hans Eli Sigurbjørnsson úr KÍF hevur næstflest í einum dysti, eftir at hann skeyt 16 mál ímóti Team Klaksvík 15. september. Kollfirðingurin hevur stríðst við skaða seinastu tíðina og liggur nakað longri niðri á listanum enn vanligt.

Teir fimm leikararnir, ið hava skotið flest mál í Okkaradeildini higartil eru hesir:

1. Filip Jojic (VÍF) 72 mál

2. Nicklas Selvig (KÍF) 57 mál

3. Peter Krogh (H71) 46 mál

4. Tróndur Mikkelsen (Neistin) 44 mál

5. Pætur Johansen (StÍF) 43 mál

Les eisini: StÍF uttan toppskjúttan í ein mánað

Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo):

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7172071654212
2StÍF8226220611
3KÍF7201178239
4VÍF7194183118
5Neistin718217486
6Kyndil7182192-104
7Team Klaksvík7151231-800

 

 

 

Filip Jojic hevur hátíðarhildið 72 mál higartil hetta kappingarárið