Filip vónar at kunna spæla fyri Føroyar skjótt

Filip Jojic gleðir seg at venja við landsliðnum, og møguliga at spæla dystir skjótt.

Møguliga kann Filip Jojic fegnast um landsliðsmál skjótt

Møguliga kann Filip Jojic fegnast um landsliðsmál skjótt

Filip Jojic skal venja við A-landsliðnum í komandi viku.

Les eisini:

Filip er úttikin til landsliðsvenjing (trýst)

31 ára gamli bakkurin spælir sítt níggjunda kappingarár í Føroyum, og hann hevur verið toppskjútti í føroyskum manshondbólti á hvørjum ári.

Nú tykist tað sum at stórskjúttin kann byrja at skjóta mál á landsliðnum eisini.

Filip Jojic sigur við in.fo, at hann bíðar eftir myndugleikum, men at hann hevur fingið ábendingar um, at hann kann fáa ríkisrættin áðrenn jól, um alt gongur væl.

Eingin kann lova nakað, leggur Filip Jojic dent á, men hann vónar at tað kann eydnast at fáa pappírini áðrenn árið er liðugt.

Í fyrstu atløgu er Filip Jojic í landsliðshópinum, sum venur í komandi viku. Millum annað er ein dystur á skránni ímóti einum "all-star" liðið, har Filip Jojic ofta hevur roynt seg.

- Tað verður stuttligt at venja við teimum í staðin fyri at spæla ímóti teimum, smílist Filip Jojic.

Filip Jojic greiðir frá, at landsliðsvenjarin ringdi til hann í gjár og spurdi hann at venja við í komandi viku.

- Eg gleði meg, staðfestir Filip Jojic

 

 

Møguliga kann Filip Jojic fegnast um landsliðsmál skjótt