Fimm ár síðani TB snýtti HB

Síðani síðsta tapið í Gundadali ímóti TB í 1991 hevur HB fimm ferðir á heimavølli mist stig ímóti aldursforsetanum

HB er topplið. Tað eru tvey stig niður til NSÍ og B36, og í kvøld hava favorittarnir í HB møguleika at økja um fjarstøðuna til avbjóðararnar, so hon verður fimm stig.

TB verður ólavsøkugestur á Tórsvølli. Tað eru 26 stig frá HB og 34 stigum og til TB, sum er á áttanda plássi við seks stigum.

Grundlógardag fór HB úr Trongisvági við 1-0 sigri.

Stóra avbjóðingin hjá TB er at skjóta mál. Higartil hevur TB bara skorað sjey mál.

TB hevur ikki vunnið á útivølli ímóti HB síðani 1991, tá ið Finn Røntved og hansara menn fóru suður við 2-1 sigri. Ta ferðina vardi Kaj Leo Holm Johannesen málið hjá HB, og løgtingsmaðurin og borgarstjórin á Tvøroyri Kristin Michelsen var millum teir á listanum hjá TB, veit faroesoccer at siga.

Síðani tá hevur TB verið 23 ferðir í høvuðsstaðnum og bjóða HB av. HB hevur vunnið 18 ferðir, og fimm ferðir er tað endað javnt. Fyri TB man javnleikur á útivølli ímóti favorittunum kennast sum meiri enn hálvur sigur. Síðsta ferðin, at TB hevði stig suður aftur við sær eftir at hava vitjað HB, var fyri fimm árum síðani. Í 2015 endaðu báðir dystirnir í Gundadali við javnleiki – 0-0 og 2-2.

Tveir spælarar, sum vóru við fyri fimm árum síðani, eru framvegis á TB liðnum – Rógvi Joensen og Eirikur M. Ellendersen.

Poul Ingason spældi við HB fyri fimm árum síðani. Fýra spælarar, sum vóru á listanum fyri fimm árum síðani, eru framvegis á HB liðnum – Teitur Matras Gestsson, Bartal Wardum, Heri H. Mohr og Daniel Johansen.

Hjá HB er skaðalistin framvegis langur – Adrian Justinussen, Delphin Tshiembe, Jákup L. Thomsen, Teit Jacobsen og Hørður H. Askham. Tróndur Jensen er komin fyri seg eftir krossbandsskaðan, meðan Mads Boe Mikkelsen er vøddaskaddur. Í 2-0 sigrinum ímóti B36 sat Bartal Wardum á beinkinum við haldi í rygginum. Hann er tøkur aftur.

Hjá TB er Dánjal Godtfred leikbannaður. Mads Raben og Bartal Gram eru tøkir aftur eftir langan skaðasteðg. TB hevur síðstu dagarnar skrivað sáttmálar við fleiri útlendskar spælarar, men teirra leiklutur verður neyvan stórur á ólavsøku.