Fimm útskiftingar í Danmark

Superligan: Hallur Hansson og AC Horsens kunnu nú skifta út fimm ferðir í einum dysti

Hallur Hansson og AC Horsens kunnu nú skifta út fimm ferðir í einum dysti. Tað boðar Divisionsforeningen frá. Sostatt kunnu feløgini í bestu deildunum í Danmark gera fimm útskiftingar, heldur enn tríggjar.

- Avgerðin er tikin í samráð við feløgini og er tikin við heilsustøðuni í huga. Hetta er fyri at verja feløgini og spælararnar í hesi øðrvísi støðuni, nú vit ikki kenna avleiðingarnar av at byrja aftur, sigur stjórin í divisionsforeningini, Claus Thomsen, í tíðindaskrivi í dag.

Í løtuni er loyvi at brúka tríggjar útskiftingar. Í hesum uppskotinum verður mælt til, at tað bara er loyvi at skifta út tríggjar ferðir í dystinum, men at talið av útskiftarum kann verða fimm. Hetta fyri at tað ikki skulu verða upp til tíggju steðgir, um bæði liðini á vøllinum velja at skifta fimm ferðir í part.

Ætlanin er, at hetta reglugerðin skal verða galdandi fyri komandi kappingarár eisini. Tað er upp til Fótbóltssambondini um tey velja at brúka reglubroytingina. Millum deildirnar, sum fara at brúka nýggju regluna er spanska La Liga og týska Bundesligan. Higartil hevur Fótbóltssambandið ikki tikið undir við reglugerðini.