Finnur er aftur í Sarpugerði

Seinnapartin endaði tað javnt millum grannarnar, sum aftur fara at hittast í fyrsta umfari í landskappingini

mynd: ÍF fjepparar

mynd: ÍF fjepparar

Fyrsta umfar í landskappingini verður sunnudagin 8. mars. Tá hittast Víkingur og ÍF í Gøtu.

Í dag hittust hesi bæði liðini í VFF kappingini. Dysturin var í Sarpugerði, og hann endaði 1-1. Hálvleiksstøðan var 0-0. Veðrið var einki serligt - serliga í seinna hálvleiki - og dysturin var tvær ferðir 35 minuttir.

Í Víkingi hava tey bíðað eftir, at álopsessið Finnur Justinussen aftur verður á liðnum hjá Víkingi. Finnur er nú fluttur úr Keypmannahavn og aftur til Gøtu. Hann hevur vant einaferð í vikuni, og í dag varð hann skiftur inn og spældi eina løtu í seinna hálvleiki.

Gunnar Vatnhamar legði Víking framum eftir innlegg frá Inga Jonhardsson. Tað var í 49. minutti, og átta minuttir seinni javnaði Jan Ó. Ellingsgaard, tá ið hann eftir horna og við høvdinum sendi bóltin í málið aftanfyri Sonna Højgaard, sum í dag vardi málið hjá Víkingi.

Síðsta korterið var reyða kortið tvær ferðir á lofti. Tveir ÍF spælarar, Høgni Madsen og Pól Jákup Lundsbjerg, noyddust av vøllinum eftir taklingar, sum dómarin metti vóru til beinleiðis reytt kort.

mynd: ÍF fjepparar