Finnur hevur funnið málið

Álopsspælarin hjá Víkingi skoraði bæði málini, tá ið Víkingur vann 2-1 á heimavølli ímóti AB

Tríggjar ferðir fyrr í ár hevur Víkingur ikki megnað fulla úrtøku ímóti liðum, sum Víkingur varð roknaður at vera favorittur ímóti.

Í dag var Víkingur favorittur á heimavølli ímóti AB, og tað eydnaðist at vinna. Víkingur vann 2-1 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki.

Finnur Justinussen hevur verið roknaður at vera maðurin, sum skal skjóta flestu málini fyri Víking. Finnur hevði undan dagsins dysti skorað trý mál, hóast hann hevur havt væl fleiri málmøguleikar.

Tvær ferðir hevur hann verið á beinkinum frá dystarbyrjan, men í dag var hann millum teir fyrstu ellivu, og hann takkaði fyri við at skora tvey má. Tað fyrra miðskeiðis í fyrra hálvleiki eftir innlegg frá vongverjanum í høgru Ara Olsen, og tað seinna átjan minuttir undan leikloki eftir upplegg frá Lukasz Cieslewicz.

-Finnur er góður liðspælari, hann arbeiðir nógv og hevur nøs fyri at vera á rætta staðnum í røttu løtuni. Í dag eydnaðist honum at skora tvey mál, og hann fer heilt víst at skora fleiri mál, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá Víkingi, sum hevur givið sínum monnum frí í eina viku, áðrenn teir fara at fyrireika seg til dystin ólavsøkudag ímóti B36.

Annar av AB venjarunum, Símun Samuelsen, iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist hansara monnum at skora mál í fyrra hálvleiki.

-Nú minkaðu vit um munin í síðstu løtu, men tá var ikki møguleiki at vinna stig. Høvdu vit havt skorað í fyrra hálvleiki, tá ið eg var øgiliga væl nøgdur við avrikið, so haldi eg, at tað hevði verið góður møguleiki fyri, at vit kundu vunnið úrtøku, sigur Símun Samuelsen.