Finnur í samráðingum við danskt felag

Finnur Justinussen verður møguliga aftur at síggja í næstbestu donsku deildini.

Føroyski áleyparin, Finnur Justinussen, er í løtuni í samráðingum við Hvidovre í næstbestu donsku deildini. Tað veit heimasíðan bold.dk at siga.

30 ára gamli Finnur Justinussen spældi fram til í januar í ár við Næstved í somu deild, og har gjørdi hann tað einki minni enn framúr við 22 málum í 34 dystum.

Vegna lesnað og familjulív ynskti Finnur Justinussen at koma nærri Keypmannahavn, har hann seinastu mánaðirnar hevur spælt við føroyska útisetafelagnum, ÍF Føroyum.

Nú er so líkt til, at Finnur Justinussen møguliga aftur er á veg í næstbestu deildina, men sambært bold.dk, so skilir lønarspurningurin í løtuni partarnar.

Hvidovre bleiv í ár nummar 10 av 12 liðum í næstbestu deildini og kláraði harvið júst at lívbjarga sær enn eitt kappingarár í deildini.