Fípan bjóðar Heyki av í FM stríðnum

5-mannafør dreingir: Aftur í dag vóru tveir bátar úr Klaksvík millum tríggjar teir fremstu

Tað er lagt upp til ein  øgiligan sluttspurt í FM kappingini millum 5-mannafør mannað við dreingjum.

Í dag vunnu klaksvíksdreingir umborð á Fípuni Føgru. Sigurin ber við sær, at tað nú eru tvey stig frá Fípuni Føgru og fram til Heyk úr Hósvík, sum endaði á øðrum plássi í dag, og sum er fremstur í FM kappingini.

Heykur hevur 33 stig, og Fípan Fagra hevur 31 stig. Tað eru bara hesir báðir bátarnir, sum hava møguleika at vinna FM.

Starturin hjá Heyki var ikki góður í Vestmanna. Starturin hjá Fípuni Føgru var hampuliga góður, og hann var heilt góður hjá Sævarmoy úr Klaksvík.

Eftir startspurtin var Sævarmoy á odda, men tá ið málið var hálvrógvið hevði Fípan Fagra fingið hin bátin úr Klaksvík aftur.

Heykur vann seg so við og við eftir vánaliga startin, og í sjálvum endaspurtinum eydnaðist tað hósvíksdreingjum at taka Sævarmoy. Fípan Fagra var eina hálva bátslongd frammanfyri Heyk.

Frá Heyki og aftur til Sævarmoy var tað eitt lítið sekund, og frá Sævarmoy og aftur til Drekan vóru knappliga trý sekund ella ein bátslongd.

 

1Fípan Fagra04:42.10
2Heykur04:43.32
3Sævarmoy04:44.21
4Drekin04:47.14
6Tjaldrið04:50.12
5Royndin Fríða04:50.12
7Tambar04:51.00
8Ørnin04:51.20
9Tekla04:53.44
10Knúkur04:59.31
11Ingibjørg05:05.21
12Firildur05:10.04
13Jallurin05:17.24
1Heykur33
2Fípan Fagra31
3Sævarmoy24
4Royndin Fríða19
5Drekin12
6Teistin10
7Tjaldrið8

rsf.fo