Fjepparin, næstformaðurin og gamli veteranurin fegnaðust á FM1

(FM1) Hoyr kenda B36-fjepparan, Boga Simonsen, næstformannin, Jákup Mørk og gamla B36-veteranin, Baldvin Baldvinsson seta orð á søguliga dystin

Bogi Simonsen tordi ikki at hyggja eftir teimum avgerandi brotsspørkunum

Bogi Simonsen tordi ikki at hyggja eftir teimum avgerandi brotsspørkunum

##med2##

Aftaná reportarin hjá FM1, Tróndur Arge hevði prátað við ymiskar hetjur hjá B36 aftaná minniliga og søguliga Europa League dystin móti The New Saints FC á Tórsvølli í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1 helt sendingin fram, har verturin ringdi til ymisk onnur umboð fyri B36.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við stóra B36-fjepparan, Boga Simonsen sum var hjálparfólk á Tórsvølli í kvøld, og tordi ikki at hyggja tey avgerandi brotsspørkini.

2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við næstformannin og søguskrivaran hjá B36, Jákup Mørk, ið staðfestir, at so nógv B36-søga er skrivað síðani hann kom við B36-søgubókini, at skjótt er brúk fyri einari nýggjari, seinast í 2026, tá 90 ára føðingardagurin er fyri.

##med3##

3) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við gamla veteranin og kempuna hjá B36, Baldvin Baldvinsson, ið saman við børnum og barnabørnum sat og hugdi eftir einum ógloymandi dysti. Baldvin hevur sæð nógv gjøgnum næstan 65 ár saman við B36, men tað sum hendi á Tórsvølli verður ringt at taka. 

##med4##

 

 

Bogi Simonsen tordi ikki at hyggja eftir teimum avgerandi brotsspørkunum

(Europa League søga: Samrøður við Boga Simonsen, Jákup Mørk og Baldvin Baldvinsson)

Jákup Mørk hevur fingið nógva B36-søgu aftrat at skriva til komandi bók, ið ætlandi kemur út í 2026

Gamla B36-kempan og veteranurin, Baldvin Baldvinsson hevur havt sína kanska størstu uppliving aftaná 65 ár saman við B36