Fjórðingsfinalan endastøðin í tvímansleikinum hjá kvinnum og monnum

(OYL) Niclas Eysturoy/Bartal Poulsen og Adhya Nandi/Lena Maria Joensen taptu í fjórðingsfinalunum

Mynd: Gyðja Tróndardóttir

Mynd: Gyðja Tróndardóttir

Tað verður einki føroyskt heiðursmerki í tvímansleiki hjá kvinnum og í tvímansleiki hjá monnum í badminton á oyggjaleikunum í Gibraltar.

Niclas H. Eysturoy og Bartal Poulsen taptu í fjórðingsfinaluni 0-2 móti Alexander Hutchings og Mark Constable úr Jersey. Settmunurin var 21-19 og 21-15.

Adhya Nandi og Lena Maria Joensen taptu í fjórðingsfinaluni 0-2 móti Elena Johnson og Chloe Le Tissier úr Guernsey. Settmunurin var 19-21 og 11-21.

 

 

 

Mynd: Gyðja Tróndardóttir