Fleiri álopsspælarar eru burtur

Felags fyri EB/Streym og Víking er tað, at fleiri av teimum, sum hava verið í framrættaðum plássum, ikki eru á vøllinum ídag

Toppskjúttin hjá Víkingi, Finnur Justinussen, er aftur í dag fremsti maður, tá ið Víkingur fer at spæla við Margáir

Toppskjúttin hjá Víkingi, Finnur Justinussen, er aftur í dag fremsti maður, tá ið Víkingur fer at spæla við Margáir

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl við Margáir, har EB/Streymur hevur Víking á vitjan.

Hjá EB/Streymi eru tveir teirra, sum hava verið eyðsýndir í álopsspælinum, ikki á vøllinum ídag. Talan er um Arnbjørn Hansen, sum í dag er á beinkinum, og um Gestur Bogason Dam, sum er farin av landinum aftur, eftir at hann hevur verið heima í summarfrí frá lestrinum.

Hjá Víkingi er Lukasz Cieslewicz vrakaður. Hann er ikki í hópinum í dag, og tað skilst, at tað verður hann heldur ikki næstu ferðirnar. Andreas Lava Olsen er leikbannaður.

 

EB/Streymur – Víkingur kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Andras Olsen, Ragnar B. Danielsen – Hjalti Kárason Djurhuus, Rói H. Olsen – Rói H. Olsen, Bárður Olsen, Gutti Dahl-Olsen – Niklas T. Kruse

Á beinkinum: Jóannes Davidsen, Tóki H. Johannesen, Jónstein Magnussen, Petur Zachariasen, Arnbjørn Hansen, Teitur D. Olsen, Høgni Hummeland

Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Noah Mneney, Bergur Gregersen – Bogi Reinert Petersen, Gunnar Vatnhamar – Arnbjørn Svensson, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Finnur Justinussen

Á beinkinum: Sonni Højgaard, Elias Lervig, Ingi Jonhardsson, Geza David Turi, Aron Jarnskor Ellingsgaard

Toppskjúttin hjá Víkingi, Finnur Justinussen, er aftur í dag fremsti maður, tá ið Víkingur fer at spæla við Margáir