Fleiri broytingar ímóti Luksemborg - Hilmar Leon skal í spæl

Sí føroysku byrjanaruppstillingina her

- Hilmar Leon Jakobsen hóskar sera væl til at spæla ímóti verjuni hjá Luksemborg, sigur landsliðsvenjarin

- Hilmar Leon Jakobsen hóskar sera væl til at spæla ímóti verjuni hjá Luksemborg, sigur landsliðsvenjarin

Føroyar hava byrjað við júst teimum somu leikarunum í báðum dystunum í HM-undankappingini higartil.

Men í dag hava Sonni Larsen og Dia Midjord rist í posanum, og har verða fleiri broytingar frá byrjan.

Sonni Larsen sigur við in.fo, at tað er ein greið ætlan at fáa Hilmar Leon Jakobsen í spæl á vinstra bakki. Hann hóskar sera væl ímóti mótstøðuni í dag, sigur venjarin í stuttari viðmerking.

 Eisini fáaLeivur Mortensen og Teis Horn Rasmussen álit.

Føroyska byrjanaruppstillingin í verjustøðu úr vinstru:

Málverji: Nicholas Satchwell

Leivur Mortensen, Hilmar Leon Jakobsen, Helgi Hildarson Hoydal, Rókur Akralíð, Teis Horn Rasmussen, Nicklas Selvig.

Í álopinum koma Jónas Gunnarsson Djurhuus og Kjartan Johansen inn fyri ávikavist Rók Akralíð og Teis Horn Rasmussenm

 

 

 

- Hilmar Leon Jakobsen hóskar sera væl til at spæla ímóti verjuni hjá Luksemborg, sigur landsliðsvenjarin