Fleiri feløg vilja hava Kjartan

Kjartan Johansen hevur longt sáttmála við Viking Stavanger, men tað hevur verið áhugi frá øðrum

Foto Svein Erik Fylkesnes

Foto Svein Erik Fylkesnes

Norska hondbóltsfelagið, Viking Stavanger, boðar í dag frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Kjartan Johansen. Fleiri feløg hava verið eftir føroyska landsliðsspælaranum, sum er ein av týdningarmiklastu spælarunum hjá Viking Stavanger.

- Tað er langtsíðani, at Viking hevur hav tein spælara, sum hevur verið umbiðið á flytingarmarknaðinum. Tað hevur verið áhugi úr fleiri londum, skrivar Viking Stavanger.

Tað er tí við stórari gleði, at felagið kunnger at føroyski landsliðsspælarin heldur fram í felagnum. Viking Stavanger hevur longu Helga H. Hoydal í hópinum, og nýggjur venjari er Scott Harrington, sum er fyrrverandi føroyskur landsliðsvenjari.

- Kjartan verður ein týdningarmikil spælari fyri okkum, tá vit skulu spæla móti teimum bestu. Tá mótstøðuliðið greina okkum, so hyggja tey óiva fyrst og fremst eftir Kjartani. Vit eru vís í, at Kjartan fer at halda fram við at menna seg, skrivar heimasíðan hjá Viking Stavanger.

Kjartan Johansen skoraði í fjør 169 mál fyri 23 dystin. Undan tí fekk hann 99 mál í 18 dystum. Lámi bakkurin er uppvaksin í StÍF og hevur eisini sum ungur verið í danska Viborg. Han hevur spælt við Team Sydhavsøerne í Danmark og Fyllingen Bergen í Norra, áðrenn hann í 2018 fór til Viking Stavanger.

Foto Svein Erik Fylkesnes