Flestu talvkappingar eru útsettar

Talvsamband Føroya hevur fráboðan í sambandi við føroyska telving í næstum

Heilsumyndugleikarnir mæla frá at savnast óneyðugt og í stórum tali. Tískil hava nevndin og kappingarleiðarin í Talvsambandinum tikið ta avgerð, at allar talvkappingar – við undantak av Grand Prix – verða útsettar.

– Eingin veit í verandi løtu, hvussu leingi tilmælini vara, og tískil verður avgjørt seinni, nær kappingarnar verða telvaðar. Kunnað verður skjótast gjørligt, sigur Finnbjørn Vang, forseti í Talvsambandinum.

Hetta merkir í stuttum:

  • Endaumfarið í liðkappingini er framvegis útsett.
  • Føroyameistaraheitið fyri einstaklingar í talvi, sum skuldi vera í Runavík á páskum, er útsett.
  • Steypakappingin er útsett.
  • HT-Open verður telvað á netinum sum kvik-kapping, innbjóðing er á heimasíðuni hjá Talvsambandinum.
  • Grand Prix finalan verður telvað á netinum. Lýsing kemur á heimasíðuna og á Facebook.

Talvsambandið sigur:

– Hóast keðiligu støðuna, so er eingin orsøk at keða seg. Nógvir møguleikar eru til telvarar á netinum. Skipað hevur verið fyri bæði barnakappingum og opnum kappingum; tað verður framvegis gjørt komandi tíðina, so tað er bara at halda seg framat. Lýsingar verða á Facebook-vanganum “Talvtos” og “Talvsamband Føroya”.

– Vónandi verður alt meira vanligt aftur skjótt, og verið nú góð við hvønn annan í fjarstøðu.