Fleyr er Føroyameistari hjá kvinnum eftir fantastiska finalu

SÍ stríddist av øllum alvi, men at enda gjørdist Fleyr Føroyameistari

Fleyr - SÍ 3-2

(23-25) (25-23) (25-23) (29-31) (15-11)

 

Fleyr er Føroyameistari í flogbólti hjá kvinnum.

Hetta henda í drúgvum og spennandi dysti, ið mátti avgerast í fimta settið.

Undir øllum dystinum skifti leiðslan, og stríðsviljin var í hásæti tá ið liðini bardust um hvønn bólt.

Í fjórða setti hevði Fleyr fyrst tríggjar matchbóltar, ið SÍ fekk vart fyri. Endin á hesum settið gjørdist ófatuliga spennandi og drúgt, tá ið eingin vildi leggja seg. At enda eydnaðist tað SÍ at vinna settið við 29-31 og so skuldi alt avgerast í fimta settið.

Her fekk Fleyr kortini um endan. Sera sannførandi legði Fleyr seg á odda 14-6. Hesaferð vóru ov nógvir matchbóltar fyri SÍ, ið kortini vardi fyri til 14-11.

Júst sum eitt óveruligt comeback nærkaðist eydnaðist tað loksins Fleyr at fáa bóltin í rætta gólvið, og so valdaði bæði lætti og gleði í Fleyrleguni, ið nú hátíðarhelt Føroyameistaraheitið.

 

in.fo hevði beinleiðis tekstafrásøgn, ið kann lesast við at trýsta HER