Fleyr-KÍF 3-1: Stuðlaðu hvørja aðra til sigurs (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu Fleyr vann 3-1 á KÍF, og hoyr Hannu Iansdóttir Biskopstø hjá Fleyr seta orð á tað

Mynd: Óli G. Samuelsen

Mynd: Óli G. Samuelsen

##med2##

KÍF var favorittur til at vinna á Fleyr í dystinum í Meistaradeildini hjá kvinnum í høllini á Hálsi í Havn, men Fleyr vildi tað øðrvísi.

Eitt sindur óvæntað vann undirtippaða Fleyr 3-1 á KÍF.

Fleyr-KÍF 3-1 (25-17, 25-22, 11-25 og 25-23)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Hans Fróði Jensen var viðmerkjari, og hann tók samanum settini. Hans Fróði heldur tað var avgerandi, at Kristian Mikkelsen, venjari hjá Fleyr kendi mótstøðuliðið betur enn Lars Engell, venjari hjá KÍF.

2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Hannu Iansdóttir Biskopstø hjá Fleyr, ið heldur, at talan var um ein stuttligan dyst, har tær í Fleyr vóru jaligar og stuðlaðu hvørja aðra til sigurs. 

Mjølnir hevur níggju stig. KÍF, Dráttur og Fleyr hava øll seks stig. Niðast eru TB og SÍ við ongum stigi. 

 

 

 

Mynd: Óli G. Samuelsen

(Fleyr-KÍF 3-1. Avgerandi bóltarnir og samrøða við Hannu Iansdóttir Biskopstø)