Fleyr-SÍ 1-3 (menn) - Hoyr avgerandi bóltarnar og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Jónfinn Hansen hjá Fleyr og Ara í Haraldsstovu Petersen hjá SÍ seta orð á dystin

Jónfinnur Hansen (Fleyr) og Ari í Haraldsstovu Petersen (SÍ) - Mynd: Óli G. Samuelsen

Jónfinnur Hansen (Fleyr) og Ari í Haraldsstovu Petersen (SÍ) - Mynd: Óli G. Samuelsen

##med2##

Sørvingar komu aftur á vinnaraslóðina í kvøld við einum 3-1 sigri á Fleyr í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti. SÍ tapti annars 0-3 móti Mjølnir í Klaksvík farna vikuskiftið. Fleyr vann 3-2 á ÍF í høllini á Kambsdali. 

Fleyr-SÍ 1-3 (21-25, 20-25, 25-20, 21-25)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Hoyr eisini Óla stutt taka samanum settini og dystin.

2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Jónfinn Hansen hjá Fleyr og Ara í Haraldsstovu Petersen hjá SÍ. Jónfinn og Ari halda, at fólk eru dekan ov skjótt at handa alt til Mjølnir beinavegin. Teir vænta eina javnari kapping enn fleiri hava spátt. 

Mjølnir og SÍ hava trý stig hvør. Fleyr hevur tvey stig og ÍF hevur eitt stig. 

Í annaðkvøld klokkan 19 spæla Mjølnir og ÍF í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík. 

 

 

Jónfinnur Hansen (Fleyr) og Ari í Haraldsstovu Petersen (SÍ) - Mynd: Óli G. Samuelsen

(Fleyr-SÍ 1-3: Avgerandi bóltarnir og samrøða við Jónfinn Hansen og Ara í Haraldsstovu Petersen)