Fleyr-SÍ 3-0 (kvinnur) : Hoyr avgerandi bóltarnar og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Hildu Bolstad Mortensen hjá Fleyr og Katlu Henriksen hjá SÍ seta orð á greiða sigurin hjá Fleyr í høllini á Hálsi í Havn

Katla Henriksen (SÍ) og Hilda Bolstad Mortensen (Fleyr) - Mynd: Óli G. Samuelsen

Katla Henriksen (SÍ) og Hilda Bolstad Mortensen (Fleyr) - Mynd: Óli G. Samuelsen

##med2##

Kvinnurnar hjá Fleyr í meistaradeildini í flogbólti hava fingið síni fyrstu stig í landskappingini.

Hetta hendi fyrr í dag tá Fleyr vann ein sannførandi 3-0 sigur á SÍ í høllini á Hálsi í Havn. SÍ byrjaði annað settið væl, men Fleyr fekk vent gongdini og vann eisini tað settið trygt.

Mjølnir, Dráttur, KÍF og Fleyr hava nú trý stig. SÍ og TB hava einki stig fingið enn.

Fleyr-SÍ 3-0 (25-18, 25-18 og 25-14)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Hoyr eisini Óla taka stutt samanum aftaná hvørt sett. 

2) Hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við eina fegna Hildu Bolstad Mortensen hjá Fleyr, og eina vónbrotna Katlu Henriksen hjá SÍ aftaná dystin. 

KÍF og TB spæla í Kollafirði klokkan 14 í dag. Mjølnir og Dráttur spæla í Badmintonhøllini í Klaksvík klokkan 17 í morgin. 

Klokkan 16 í dag sigur Óli G. Samuelsen beinleiðis frá á FM1 frá dystinum í meistaradeildini hjá monnum millum Fleyr og ÍF.

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

 

 

Katla Henriksen (SÍ) og Hilda Bolstad Mortensen (Fleyr) - Mynd: Óli G. Samuelsen

(Fleyr-SÌ 3-0: Hoyr avgerandi bóltarnar og samrøður við Katlu Henriksen og Hildu Bolstad Mortensen)