Fleyr-SÍ 3-2: Avgerandi bóltarnir og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr samrøður við Ásu Frederiksberg hjá Fleyr og Viviann Joensen hjá SÍ

Fleyr vann ein spennandi fimmsettara 3-2 í fyrru FM-finaluni

Fleyr vann ein spennandi fimmsettara 3-2 í fyrru FM-finaluni

Fleyr vann fyrru FM-finaluna hjá kvinnum móti SÍ. Talan var um ein spennandi og javnan fimmsettara sum Fleyr vann 3-2. Settmunurin var 23-25, 25-20, 28-30, 25-23, 21-19.

 

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum. Jákup Fjallsbak var viðmerkjari.

2) Hoyr Jákup Fjallsbak taka samanum dystin.

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Ásu Frederiksberg hjá Fleyr.

4) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Viviann Joensen hjá SÍ.

 

Seinna FM-finalan verður spæld í høllini á Hálsi í Havn leygardagin klokkan 17. Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

Fleyr vann ein spennandi fimmsettara 3-2 í fyrru FM-finaluni