Fleyr-SÍ (menn) á FM1 klokkan 20 í kvøld

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum, ið verður í høllini á Hálsi í Havn

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá mansdystinum Fleyr-SÍ á FM1 klokkan 20 í kvøld

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá mansdystinum Fleyr-SÍ á FM1 klokkan 20 í kvøld

Mjølnir rennur undan, og ongin ivi er um, at klaksvíkingar vinna seg í FM-finaluna hjá monnum í flogbólti.

Tó er javnt og spennandi stríð millum SÍ, ÍF og Fleyr um hitt FM-finaluplássið.

SÍ hevur 12 stig, ÍF hevur 10 stig og Fleyr hevur átta stig.

Í kvøld klokkan 20 tekur Fleyr móti SÍ í høllini á Hálsi í Havn. Fleyr hevur illa ráð at tapa. Vinnur SÍ 3-1 ella 3-0 verða sjey stig hjá Fleyr upp til seinna FM-finaluplássið.

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum millum Fleyr og SÍ á FM1.

Samrøður við umboð fyri Fleyr og SÍ koma út á in.fo aftaná dystin.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá mansdystinum Fleyr-SÍ á FM1 klokkan 20 í kvøld