Fleyr vann rimmar fimmsettara á ÍF (FM1)

(FM1) Hoyr Bjarna Larsen hjá ÍF og Suna Juul Pedersen, leikandi venjara hjá Fleyr seta orð á dystin ÍF-Fleyr 2-3

 

 

Her sæst Suni Juul Pedersen undir EM-kappingini fyri smátjóðir, ið var í høllini á Hálsi í Havn fyrst í oktober mánað

Her sæst Suni Juul Pedersen undir EM-kappingini fyri smátjóðir, ið var í høllini á Hálsi í Havn fyrst í oktober mánað

##med2##

"Tað endar altíð 2-3 ella 3-2 millum ÍF og Fleyr" verður sagt í føroyska flogbóltsheiminum, og tað endurtak seg mín sann aftur í dag.

Fleyr vann 3-2 á ÍF aftaná ein fimmsittara í dystinum í meistaradeildini hjá monnum, ið vardi í meir enn tveir tímar. Settmunurin var 16-25, 33-31, 14-25, 29-27 og 11-15.

Mjølnir legði frá landi í meistaradeildini hjá monnum við einum 3-0 sigri á SÍ í Badmintonhøllini í Klaksvík. Settmunurin var 25-20, 25-23 og 25-17.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr samrøðu við Bjarna Larsen hjá ÍF, ið á minussíðuni iðrar seg um, at ÍF var á odda 8-7 í fimta setti tá liðini skiftu síðu, men ÍF misti fullkomuliga takið seinastu løtuna av dystinum. Á plusssíðuni er, at ÍF helt høvdið kalt í øðrum og fjórða setti og megnaði at vinna ávikavist 33-31 og 29-27. Hinvegin sá ÍF ikki gott út í fyrsta og í triðja setti umframt, at tað kiksaði móti endanum av fimta setti.

2) Hoyr samrøðu við leikandi venjaran og veteranini hjá Fleyr, Suna Juul Pedersen, ið fegnast um sigurin, men samstundis iðrar seg um, at Fleyr ikki vann 3-1 og avgjørdi dystin í fjórða setti og fekk trý stig við sær til Havnar heldur enn tvey stig sum bleiv úrtøkan í dag. 

Støðan (fbf.fo)DystirSett 
Liðleiktir3-0/3-13-20-3/1-32-3vunnintaptmunurStig
Mjølnir110003033
Fleyr101003212
ÍF1000123-11
1001003-3

0

 

 

HER  ber til at hoyra samrøður við Thorvald Danielsen hjá Mjølnir og Jón Weihe Simonsen hjá SÍ.

Her sæst Suni Juul Pedersen undir EM-kappingini fyri smátjóðir, ið var í høllini á Hálsi í Havn fyrst í oktober mánað

(Samrøður: Bjarni Larsen og Suni Juul Pedersen)