Flogbóltspanel um leikaraloyvi hjá útlendingum og steypahálvfinalur (FM1)

(FM1) Formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen og formaðurin í Mjølni, Jóhann Lützen vóru gestir í Flogbóltspanelinum á FM1

Formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen og formaðurin í Mjølni, Jóhann Lützen vóru gestir í Flogbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag

Formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen og formaðurin í Mjølni, Jóhann Lützen vóru gestir í Flogbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag

##med2##

Í morgin verður ein stórur flogbóltsdagur. Hálvfinalurnar í steypakappingini verða spældar soleiðis leygardagin 8. februar 2020 í Badmintonhøllini í Klaksvík:
 

KVINNUR:


Kl. 13.00 MJØLNIR - KÍF
Kl. 15.00 SÍ - DRÁTTUR 

MENN:


Kl. 17.00 FLEYR - SÍ
Kl. 19.00 MJØLNIR - ÍF

 

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá øllum dystunum á FM1. Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Seinnapartin sendi Óli G. Samuelsen sendingina Flogbóltspanelið úr Badmintonhøllini í Klaksvík. Gestir vóru formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen og formaðurin í Mjølni, Jóhann Lützen.

Evnini vóru leikaraloyvi hjá útlendskum spælarum og flogbólts-steypafinalurnar.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

 

 

Formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen og formaðurin í Mjølni, Jóhann Lützen vóru gestir í Flogbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag

(Flogbóltspanelið sent úr Badmintonhøllini í Klaksvík)