Flogbóltspanelið hjá FM1 var sent úr høllini á Hálsi í dag

(FM1) Hoyr samrøður við Jamie Salvin, skotskan dómara, Rúna Weihe, hjálparvenjara og Sveinur Tróndarson, tekniskan leiðara fyri EM-kappingini

Jamie Salvin, altjóða flogbóltsdómari úr Skotlandi var ein av gestunum í Flogbóltspanelinum hjá FM1 seint seinnapartin í dag (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Jamie Salvin, altjóða flogbóltsdómari úr Skotlandi var ein av gestunum í Flogbóltspanelinum hjá FM1 seint seinnapartin í dag (Mynd: Óli G. Samuelsen)

##med2##

Seint seinnapartin reikaði flogbóltsreportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen fyri beinleiðis flogbóltspaneli úr høllini á Hálsi í Havn í samband við, at EM fyri smátjóðir í mansflogbólti er í Føroyum í hesum døgum.

Óli G. Samuelsen hevði samrøður við tríggjar ógvuliga ymiskar gestir.

Fyrst prátaði Óli við skotska dómaran, Jamie Salvin sum er ovurfegin um møguleikan at sleppa at døma altjóða dystir í Føroyum.

Eftir hetta prátaði Óli við gomlu landsliðslegenduna og núverandi hjálparvenjarin, Rúna Weihe.

Triðja prátið var við tekniska leiðaran fyri EM-kappingini, Sveinur Tróndarson sum fortaldi ymiskar stuttligar anekdotir í samband við, at Flogbóltsamband Føroya hevur reikað fyri altjóða kappingum í Føroyum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Flogbóltspanelið.

Jamie Salvin, altjóða flogbóltsdómari úr Skotlandi var ein av gestunum í Flogbóltspanelinum hjá FM1 seint seinnapartin í dag (Mynd: Óli G. Samuelsen)

(Hoyr flogbóltspanelið hjá FM1)