Flogbóltssamband Føroya sett samskipara

Lena Hallgren úr Havn er fyrsti samskipari hjá Flogbóltssambandi Føroya

Flogbóltssamband Føroya lýsti herfyri eftir samskipara, og starvið er nú sett. Lena Hallgren úr Havn er fyrsti samskipari hjá Flogbóltssambandi Føroya, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi í dag.

Lena Hallgren er kend úr flogbóltsumhvørvinum í Føroyum. Hon hevur verið nevndarlimur í Fleyr og eitt tvey-ára skeið formaður.

- Sum samskipari kemur Lena at standa fyri dagligu fyrisitingini í Flogbóltssambandinum og at samskipa landskappingar og steypakappingar og alt landsliðsarbeiðið. Ein stór uppgáva verður eisini at samskifta við feløgini og fyriskipa skeiðs- og menningararbeiði innan flogbóltin. Alt í tøttum samstarvi við nevndina, skrivar Flogbóltssambandið.

Lena Hallgren byrjar í starvinum 1. mars 2021. Skrivstovan verður í hølunum hjá ÍSF á Frælsinum í Havn.