Flogbóltur: Aleksandar Boricic afturvaldur til forseta í CEV

Tað hevur verið stríðsval í evropeisku flogbóltssamgonguni. Vinnarin bleiv Aleksandar Boricic, sum var á vitjan í Føroyum fyri kortum

Mynd (CEV): Jónley Poulsen, næstforkvinna í Flogbóltssambandi Føroya, er okkara umboð í Wien. Hon stendur her høgrumegin Aleksandar Boricic, sum er nr. 2 frá vinstru.

Mynd (CEV): Jónley Poulsen, næstforkvinna í Flogbóltssambandi Føroya, er okkara umboð í Wien. Hon stendur her høgrumegin Aleksandar Boricic, sum er nr. 2 frá vinstru.

Á árliga aðalfundinum hjá CEV - evropeisku flogbóltssamgonguni, sum er í hesum døgum í Wien, hevur forsetaval verið í dag. Valið stóð ímillum sitandi forseta Aleksandar Boricic og avbjóðaran Hanno Pevkur úr Estlandi. 

- Helst ongantíð hevur so hart valstríð verið til eitt forsetaval í CEV. Av tí sama var spenningurin eisini stórur, tí væntað var, at tað fór at gerast ógvuliga tætt ímillum valevnini, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi.

Tá ið avtornaði, var tó ikki so tætt, tí Aleksandar Boricic fekk 36, atkvøður og Hanno Pevkur fekk 19. Tað er so statt greitt, at Aleksandar Boricic, sum vitjaði í Føroyum í februar, er afturvaldur og er forseti í CEV næstu 4 árini.

Úrslitið vísir, at Aleksandar Boricic hevur stóra undirtøku frá limalondunum, men hann fær samstundis eina stóra uppgávu í at savna ymisku áskoðanirnar, sum eru komnar til sjóndar í valstríðnum. Aleksandar Boricic var í vár á vitjan í Føroyum í sambandi við steypafinalurnar og frímerkjaútgávuna hjá Posta, í sambandi við at flogbólturin gjørdist 125 ár.

Mynd (CEV): Jónley Poulsen, næstforkvinna í Flogbóltssambandi Føroya, er okkara umboð í Wien. Hon stendur her høgrumegin Aleksandar Boricic, sum er nr. 2 frá vinstru.