Flogbóltur: Avgerandi umfar í steypakappingini

Steypakappingin hjá bæði monnum og kvinnum heldur fram hetta vikuskiftið

Steypakappingin hjá bæði monnum og kvinnum heldur fram hetta vikuskiftið, nú seinasta umfar er í bólkaspælinum. Higartil er tað bara Mjølnir, sum heilt sikkurt er víðari hjá bæði monnum og kvinnum. Tað er tí alt at spæla fyri, skrivar Flogbóltssambandið.

Fleyr skal vinna á Mjølni 

Hjá kvinnunum tapti Fleyr akkurát fyri SÍ í seinastu steypafinalu. Hesaferð verður tað ómetaliga trupult hjá Fleyr at koma so mikið sum í hálvfinalunar. Kravið er líkatil. Ein sigur skal til á Mjølni, og sigurin má ikki vera minni enn 3-1. Tað verður alt annað enn lætt. Hitt liðiði bólkinum Dráttur kann bara bíða og vóna, at Mjølnir spælir, sum tær hava spælt higartil í landskappingini. Tí so er Dráttur víðari saman við Mjølni.  

Í hinum bólkinum er KÍF í somu støðu sum Dráttur. Tær mugu bara bíða og vóna, at SÍ tekur minst eitt sett ímóti TB. Og tað skal vera løgið, um ikki tað hendir. SÍ er í løtuni sterkasta liðið í kvinnudeildini, og á heimavølli eru tær ikki til at taka. Alt bendir tí á, at hálvfinaluliðini hjá kvinnunum verða Mjølnir, KÍF, Dráttur og SÍ, men í steypadystum kann alt henda.  

SÍ a og SÍ b dystast um eitt pláss 

Hjá monnunum er Mjølnir longu í hálvfinaluni úr bólki 1. Hitt plássið úr bólki 1 verður avgjørt í Sørvági, har SÍ a og SÍ b mugu gera av sínamillum, hvør er sterkari. Tann avgerðin fellur sunnudagin. Tað er tí vist, at SÍ fær lið í hálvfinaluna, spurnigurin er bara hvat. Bólkur 2 er harafturímóti ikki avgjørdur enn.

Støðan er: 

Fleyr a  5 stig 

ÍF a 4 stig 

ÍF b 3 stig 

TB 0 stig 

Fleyr a og ÍF a best fyri 

ÍF a tekur ímóti TB, sum enn ikki hevur fingið stig í bólkaspælinum, men tó hevur rættiliga bitið frá sær. ÍF a er tó stórfavorittur. Hjá Fleyr a er tað harafturímóti eitt sindur truplari, tí mótstøðuliðið ÍF b hevur staðið seg væl í bólkaspælinum, og hevur møguleikan at leika seg víðari. Dysturin sunnudagin er tí saman við dystinum í Sørvági sama dag avgjørt hæddarpunktið hjá monnunum higartil í steypakappingini. Tað verður har, alt fellur upp á pláss og greiða fæst á, hvør spælir hálvfinalu í Klaksvík leygardagin 8. februar, har Mjølnir heilt sikkurt verður eitt mótstøðulið.  

Dystir hetta leikumfarið: 

Kvinnur

Leygardag 25.01.20 kl. 16.00

Bólkur 1

SÍ – TB               

Ítróttahøllin í Sørvági 

Leygardag 25.01.20 kl. 16.00

 

Menn

Bólkur 2

Fleyr – Mjølnir 

Høllin á Hálsi í Havn

Leygardag 25.01.20 kl. 14.30

Bólkur 1

Mjølnir – Fleyr b

Badmintonhøllin í Klaksvík

Sunnudag 26.01.20 kl. 14.30

Bólkur 1

SÍ a – SÍ b           

Ítróttahøllin í Sørvági

Leygardag 25.01.20 kl. 15.00

Bólkur 2

ÍF a – TB             

Ítróttahøllin á Kambsdali

Sunnudag 26.01.20 kl. 15.00

Bólkur 2

Fleyr a – ÍF b      

Høllin á Hálsi í Havn