Flogbóltur fær pláss á frímerkjum

Í ár eru 125 ár liðin síðan flogbóltur sum ítróttargrein var uppfunnin Í USA. Í tí sambandi gevur Posta mánadagin út tvey frímerki, har flogbóltur er motivið og hetta verður hátíðarhildi við stórum tiltaki á torginum í SMS, har millum annað evropeiski flogbóltsforsetin, Aleksandar Boričić, verður við, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi í dag.

Í ár eru tað liðin 125 ár síðan William G. Morgan uppfann spælið í USA. Nógv er broytt síðan tá, men enn sum áður hevur ítróttargreinin, har so at siga eingin kropslig kontakt er millum leikararnar tann sama sum í útgangspunktinum, sum í dag verður spæld um allan heim.

Til Føroya í 50-unum

Tað var longu í 50-árunum, at Martin Holm, ið tá arbeiddi sum lærari á Føroya Læraraskúla, ein dagin møtti upp við einum neti og einum løgnum bólti, og greiddi næmingunum frá hesum spælinum, sum so at siga eingin kendi til um okkara leiðir, skrivar Flogbóltssambandið.

- Væl lá fyri hjá Martini Holm at læra frá sær, tí ungu leikararnir tóku spælið við sær inn í skúlarnar kring landið, og síðan hevur spælið ment seg haðani. Tí eiga lærarnir stóran heiður av, at flogbóltur gjørdist so væl dámd ítróttargrein her heima og er tað enn, verður sagt úr FBF.fo.

Við stovnanini av Flogbóltssambandi Føroya gjørdist flogbólturin, sum beinanvegin fekk altjóða viðurkenning, meira skipaður, eisini í landsliðshøpi, har føroysku liðini hava vunnið fleiri altjóða kappingar. 

CEV-forsetin vitjar

Í samband við dagin hevur Posta valt at geva út tvey frímerki, har flogbóltur er motivið, og tey koma út mánadagin. Í hesum sambandi verður skipað fyri stórum tiltaki á torginum í SMS, har frímerkini vera almannakunngjørd. Millum annað fara børn at spæla flogbólt á Torginum.

 ##med2##

Í sambandi við frímerkini - og í sambandi við steypafinalurnar, sum eru um vikuskiftið - fær FBF vitjan av evropeiska flogbóltsforsetanum, Aleksandar Boričić, sum hevur verið forseti í CEV síðan 2015.