Eftir ein oktober mánað við ikki færri enn 21 landsdystum í Føroyum og úti í heimi, er nú alt klárt til at landskappingin í Meistaradeildunum og lægri deildum kann byrja. FK-Cup farna vikuskiftið gav ávísar ábendingar, men nú er tað álvari, skrivar Flogbóltssambandið.
Føroyameistararnir beint í eldin
Hjá kvinnunum vann Fleyr dramatiska FM-finalu ímóti SÍ seinasta kappingarár. Helst ein tann mest spennandi finala nakrantíð. FM-heitið skal Fleyr út at verja í ár, og byrjanir verður ikki løtt. Eitt munandi styrkt Dráttur-lið bíðar á Giljanesi sunnudagin. Dráttur vann FK-Cup og undirstrikaði, at tær ætla sær langt í ár.
Men longu leygardagin verða tveir dystir. KÍF fer til Sørvágs við nýggjum venjara og tveimum profilum úr Fleyr á liðnum. Landsliðsvenjarin Lars Engell er settur venjari í KÍF, Anja S. Danielsen og Anna Sára Leivsdóttir Skaalum eru í ár komnar úr Fleyr. Unga SÍ liðið vísti tó góðar dygdir í FK-Cup, og verða ikki lættar at syfta í Sørvági. Á síðulinjuni stendur Rajko Petrovic, sum ár eftir ár megnar at menna leikarar av hægsta kalibur.
Upptakt: Mjølnir-TB
Hin dysturin leygardagin er ímillum Mjølnir og TB. Mjølnir er munandi styrkt frá í fjør. Alina Adamenya er leikandi venjari. Hon spælir hevari og skal fóðra Sofíu Purkús á kantinum og afturkomnu systrini Elisabeth á miðjuni og allar hinar sjálvandi. At síggja til er Mjølnir ein av stóru avbjóðarunum í ár.
TB hevur fingið Inge Marie Rasmussen heim aftur úr Fleyr og er hon saman við Rannvá Berg í Heiðunum royndasti leikari á liðinum, sum annars er mannað nøkrum av evnaríkastu ungu leikarar í landinum. Venjarin Mirko Ristovic dugir væl at seta við og fáa burturúr.
1. umfar:
Leygardagin
SÍ-KÍF (14.00) Sørvági
Mjølnir-TB (15.00) Badmintonhøllini
Sunnudagin
Dráttur-Fleyr (13.00) Giljanesi