Flogbóltur: Fleyr vann greitt á TB

Tveir aðrir dystir vóru eisini í gjár

Fleyr kvinnurnar fingu eina sera góða byrjan uppá 2021, tá tær í dag vunnu ein 3-0 sigur á TB í Trongisvági.

Hetta merkir so, at kvinnurnar hjá Fleyr liggja á einum øðrum plássi í landskappingini við 18 stigum. Tó er tætt ímillum nummar tvey og trý, tí Dráttur liggur nummar trý við 16 stigum. SÍ liggur tó greitt nummar 1 við 29 stigum.

Í gjár vóru eisini tveir aðrir dystir á skránni. KÍF vann 3-1 á Mjølnir, og SÍ vann trygt 3-0 á Drátti. Mjølnir liggur nummar fýra við 11 stigum, KÍF liggur næstaftast við 10 stigum, og aftast er TB við 6 stigum.

Nú verður ein steðgur landskappingini, tí í næstu viku farið verður í holt við steypakappingina.