Flogbóltur: KÍF kann taka stórt fet móti FM-finaluni í kvøld

Tað er stórdystur á skránni meistaradeildini hjá kvinnum í kvøld

Mynd: (fbf.fo): Myndin er frá 2019, tá Fleyr vann FM eftir tvær rimmar finalur ímóti SÍ, sum báðar endaðu 3-2.

Mynd: (fbf.fo): Myndin er frá 2019, tá Fleyr vann FM eftir tvær rimmar finalur ímóti SÍ, sum báðar endaðu 3-2.

Tað er stórdystur á skránni meistaradeildini hjá kvinnum í kvøld, tá Fleyr tekur móti KÍF. KÍF kann taka eitt stórt fet fram ímóti FM-finaluni, um trý stig fáast í skjáttuna í dystinum ímóti Fleyr, sum verður í høllini á Hálsi í kvøld klokkan 19.

Tað verður ikki uttan svørðslag metir Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi, tí Fleyr kann rættiliga blanda seg upp í finalustríðið, um tey trý stigini liggja eftir í Havn. Tí so verða bert tvey stig millum KÍF, Drátt og Fleyr á 2., 3., og 4. plássi.

##med2##

Mynd: (fbf.fo): Myndin er frá 2019, tá Fleyr vann FM eftir tvær rimmar finalur ímóti SÍ, sum báðar endaðu 3-2.