Sjey føroysk stig í Norra

Útisetar: Tað komu sjey føroysk stig í Norra í dag

Mynd: (Brann)

Mynd: (Brann)

Umfar hevur verið í bestu og næstbestu deildini í norskum fótbólti. Brann Bergen og Gilli Rólantsson vunnu 2-1 á Tromsø, meðan Meinhard E. Olsen og Kristiansund vunnu 3-2 á Strømgodset. Odmar Færø og HamKam spældu málleysan javnleik.

##med2##

Gilli Rólantsson byrjaði á bonkinum, tá Brann Bergen í dag var og vitjaði í norðara partinum av Norra. Mótstøðuliðið er Tromsø, hvørs evropesiska fótbóltssøga hevur bjóðað upp á dystir móti HB fyrst í 90 unum, og móti Víkingi fyri nøkrum árum síðani. Tvøramaðurin kom á vøllin seinasta korterið í 2-1 sigrinum. Brann liggur á sætta plássi við átta stigum.

Meinhard E. Olsen sat á bonkinum allan dystin, tá Kristiansund BK vann 3-2 á útivølli móti Strømgodset. Meinhard skifti undan hesum kappingarárinum til norskan fótbólt og stríðist í løtuni við at vinna sær spælitíð. Kristiansund hevur sjey stig á tíggjunda plássi.

Í næstbestu deildini byrjaði Odmar Færø inni, tá HamKam spældi málleysan javnleik móti Strømmen. Miðverjin spældi í 79. minuttir, áðrenn hann bleiv útskiftur. Í løtuni liggur Hamkam á markinum til niðurflyting eftir fýra dystir, men bara fimm stig eru upp til næst fremsta plássið.

Mynd: (Brann)

Mynd: Andras Gango (t.v) er málmansvenjari hjá Tromsø. Her avmyndaður saman við mótstøðumanninum Gilla Rólantsson