Flogbóltur: Stroyming frá ungdómsfinalunum

Her sært tú allar ungdómsfinalurnar í steypakappingini í flogbólti

Steypafinalurnar 2020 , 22. og 23. februar

Steypafinalurnar 2020 , 22. og 23. februar

Í dag er stóra steypavikuskiftið í flogbólti. Byrjað verður í morgun klokkan níggju, tá Dreingir 12 hjá SÍ og ÍF spæla. Aftaná verður finalan í B-bólkinum hjá Gentum 14, har Ternan og Fleyr spæla. Klokkan 13.30 verður mansfinalan millum SÍ og Mjølnir og klokkan 16 verður kvinnufinalan millum Mjølnir og SÍ.

Síðani verður spælt út á kvøldið til klokkan 19.45, tá Gentur U19 spæla seinastu finaluna á degnum. Sunnudagin verður byrjað klokkan 13, tá Gentur 12 hjá TB og Fleyr spæla, og spælt verður út á kvøldið, tá kvinnuunglingar og mansunglingar seta punktum fyri stóra steypavikuskiftið.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá steypafinalunum hjá kvinnum og monnum. Tað verður Óli G. Samuelsen, sum sigur frá. Hann hevur fylgt øllum kappingarárinum. Her á In.fo verður eisini beinleiðis frásøgn og myndir frá finaluni hjá kvinnum og monnum.

##med2##

Steypafinalurnar 2020 , 22. og 23. februar