Flogbóltur: Toppdysturin í Klaksvík sunnudagin

Upptakt: 2. umfar í landskappingini verður um vikuskiftið

Tað er kanska nakað tíðliga longu í 2. umfari at fara at tosa um toppdyst. Men tá ið Mjølnir og Dráttur hjá kvinnunum bresta saman sunnudagin klokkan 17.00 í Badmintonhøllini í Klaksvík, verður talan í minsta lagi um dyst millum tveir av heitastu FM-kandidatunum, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi.

 

TB, SÍ og Fleyr skulu reisa seg

Fyrsta umfar vísti á tríggjar greiðar vinnarar og tríggjar líka so greiðar taparar. Tveir av hesum taparum hittast á Hálsi í Havn leygardagin klokkan 12.00. SÍ skal vaska greiða tapið fyri KÍF av sær, og í Fleyr er støðan tann sama. Fyrsti dysturin ímóti Drátti gav als einki. Annað av hesum liðunum fer av vølli leygardagin við uppreisn – hitt við eini byrjandi kreppu.

TB byrjar kappingarárið við tveimum truplum útidystum. Fyrst ímóti Mjølni og nú ímóti KÍF, sum tykist sera sterkt í ár. KÍF má metast at vera greiður favorittur til henda dystin, og TB má finna annað lag fram, skulu tær fáa nakað við sær suður aftur.

 

Ábendingar um FM

Stóri dysturin hetta leikumfarið er í Klaksvík sunnudagin klokkan 17.00. Tá fara vit av álvara at síggja fyrstu ábendingar um, hvussu landskappingin kann vara at síggja út. Bæði Mjølnir og kanska serliga Dráttur vístu í fyrsta leikumfarinum, at tær eru nógv sterkari enn í fjør. Gullið er avgjørt ein møguleiki hjá báðum liðunum. Nakað sum Mjølnir hevur bíðað eftir líka síðan í 2014, tá ið tær vunnu FM fjórða árið á rað. Dysturin er tí meira enn bara ein dystur. Hann er eisini ein sálarlig styrkiroynd og gevur vinnaranum fyrimun víðari í landskappingini.

Undan hesum mfarinum hava KÍF, Dráttur og Mjølnir 3 stig og Fleyr, SÍ og TB einki stig. FM1 sigur frá dystinum Fleyr-SÍ klokkan 12.00.

 

Aftur 5-settari millum Fleyr og ÍF á Hálsi?

Fleyr og ÍF hava gjørt tað til vana at spæla 5-settarar. Tað var lagið síðsta kappingarár, og aftur í ár hendir tað sama. Tað er tí væntandi, at vit fáa ein javnan og spennandi dyst, sum kann koppa báðar vegir. Fleyr tapti fyri SÍ á heimavølli 1-3 í vikuni. Tað var sjálvandi eitt vónbrot, sum skal vaskast av. ÍF spældi í sínum lagi ein fínan dyst ímóti Mjølni, men tað rakk tó ikki til ein sigur.

 

Kann SÍ steðga Mjølni?

 

SÍ vann sannførandi á Fleyr mitt í vikuni, og nú fáa teir so møguleikan ímóti Mjølni á heimavølli. SÍ er altíð ein trupul uppgáva og serstakliga á heimavøllinum í Sørvági. Mjølnir hevði eitt sera gott kappingarár í fjør, og einki bendir á, at teir ætla sær at taka fótin av speedaranum í ár. Tvørtur ímóti sær liðið út til at vera enn sterkari um nakað. Men besta boðið til avbjóðara er SÍ – serliga í Sørvági.