Flogbóltur verður ikki við á oyggjaleikunum fyrrenn í 2025

(OYL) Formaðurin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen sigur, at talan er um eitt stórt afturstig fyri flogbóltin ikki at sleppa við til oyggjaleikirnar

Formaðurin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen harmast um, at flogbóltur ikki er partur av oyggjaleikunum hesaferð

Formaðurin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen harmast um, at flogbóltur ikki er partur av oyggjaleikunum hesaferð

Oyggjaleikaforsetin, Jørgen Petterson er úr Álandi, og hann tók lut á teimum fyrstu oyggjaleikunum sum flogbóltsspælari hjá Álandi. Tí er tað hugtungt hjá oyggjaleikaforsetanum at staðfesta, tá vit fingu orðið á hann í Gibraltar sunnudagin, at gamla ítróttargreinin hann íðkaði sum ungur er púrasta gliðin út sum oyggjaleikaítróttargrein. Flogbóltur er ikki partur av oyggjaleikunum í Gibraltar, og flogbóltur verður ikki partur av oyggjaleikunum í 2021, ið verða á Guernsey, og teir verða heldur ikki partur av oyggjaleikunum í 2023, ið ætlandi verða í Orknoyggjum. Tað liggur í kortunum, at Ynys Mon skal hýsa oyggjaleikunum í 2025, og tá er tað ikki við 100 prosents vissu, at flogbólturin verður við.

Í stuttari viðmerking til Sosialin sigur formaðurin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, at tað er eitt stórt afturstig fyri føroyskan flogbólt, at so nógv ár skulu ganga áðrenn flogbólturin verður partur av oyggjaleikunum aftur. Og tey í flogbóltssambandinum staðfesta, at allarhelst er talan um eina farna tíð. Magnus Tausen sigur, at tað nyttar lítið, at tað ganga átta ár millum 2017 og 2025, og so skal ein royna at byggja eina nýggja siðvenju uppaftur í 2025. Magnus Tausen greiðir frá, at oyggjaleikirnir hava verið ein ógvuliga passalig avbjóðing hjá bæði kvinnu- og manslandsliðnum, har kvinnurnar hava verið í finaluni næstan hvørja ferð, og mennirnir hava spælt finalur og bronsudystir. Magnus Tausen slær fast, at var flogbóltur við á leikunum í Gibraltar, so høvdu tey í FBF sent bæði manslandsliðið og kvinnulandsliðið avstað.

 

 

Formaðurin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen harmast um, at flogbóltur ikki er partur av oyggjaleikunum hesaferð