Flott estetisk fimleika úrslit í Spania

Estetiskur fimleikur: 5 føroysk lið hava luttikið í World Championship í Cartagena í Spania

Myndir: Haldur Suni Johansen

Myndir: Haldur Suni Johansen

Leygardagin 18.mai luttóku 5 føroysk lið í World Championship, sum var í Cartagena í Spania. Fimleikasambandið sigur, at tað er ein fragd at síggja, hvussu væl hesu ungu fimleikaranir klára seg á altjóða støði í kappingin við bestu estetisku liðini í heiminum. Tær eru saman við sínum feløgum eitt fantastiskt umboð fyri Føroyar og føroyska fimleikin, skrivar Fimleikasambandið.

 ##med2##

Liðini, sum luttóku vóru Hulda, kvinnur frá Havnar Fimleikafelag -  Vípan, kvinnur frá Fimleikafelaginum Støkk - Lyra, kvinnuunglingar frá Fimleikafelaginum Ljósið - Hulda junior, kvinnuunglingar frá Havnar Fimleikafelag - Flykran, kvinnuunglingar frá Fimleikafelaginum Støkk.

 ##med3##

Hjá kvinnunum luttóku 39 lið í innleiðandi kappingini. Hulda gjørdist nummar 23 við 15.200 stigum, og Vípan gjørdist nummar 25 við 15.000 stigum. Her kann nevnast at Japan, sum einans hevur luttikið síðstu árini, samanlagt gjørdist nummar fimm og seks. Finnland og Russland eru millum bestu londini, og hava fleiri lið í topp 10, men tað eru einans tvey lið frá hvørjum landi, sum kunnu luttaka í finaluni.

Vinnarar hjá kvinnum:

1. Madonna, Russland, samanlagt 39.250

2. Minetitt, Finnland, samanlagt 38.800

3. OVO team, Finnland, samanlagt 38.550

 ##med4##

Hjá kvinnuunglingum luttóku 35 lið í innleiðandi kappingini. Lyra gjørdist nummar 17 við 15.800 stigum, Hulda junior gjørdist nummar 20 við 14.700 stigum og Flykran gjørdist nummar við 13.850 stigum.

Vinnarar hjá kvinnuunglingum:

1. OVO junior team, Finnland, samanlagt 38.400

2. Victoria Strela, Russland, samanlagt 38.350

3. Victoria, Russland, samanlagt 38.300

Myndir: Haldur Suni Johansen

Myndir: Haldur Suni Johansen

Myndir: Haldur Suni Johansen

Myndir: Haldur Suni Johansen